Frælsur Ítróttur
Undan kappingini vóru vónirnar um heiðursmerki goðar. Bjørk hevði bestu tilmeldingartíð á 3000 metrum og næstbestu tíð á 1500 metrum. Rúni hevði frammandan triðbestu tíð á 800 metrum og fjórðubestu á 1500 metrum. Men har var lítið í millum, og væntandi var, at Rúni fór at renna nakað skjótari enn tilmeldingartíðirnar. Bjørk hevur runnið nógvar kappingar í ár, og sett 13 føroysk met. Hjá henni galt tí mest um at liva upp til tilmeldingina.
Fyrstu kappingarnar vóru leygardagin. Rúni legði bragdliga fyri á 1500 metrinum. Tók leiðsluna beinanvegin við einum skjótum fyrsta umfari. Hinir megnaðu so dánt at fylgja við, so Rúni helt bara fram við fullari ferð. Hetta vísti seg at vera rætti taktikkurin, tí feltið bleiv skrætt sundur, og Rúni helt leiðsluna allan vegin á mál, og endaði greitt fremstur, 4 sekund frammanfyri nr. 2. Tíðin, sum var 4.20,49 min, er eisini greitt persónligt og bólkamet. Fyrsta gullmerki varð komið til høldar!
Síðani var tað 1500 meturin hjá Bjørk. Hetta bleiv ein taktisk kapping, har Bjørk mest sum allan vegin lá í hølunum á skjótu Katrine T. Væsel. Havandi í huga kappingina dagin eftir, valdi Bjørk ikki fara út í ein harðan tvídyst við sterka danan, men heldur leggja seg eftir silvurmerkinum. Tá eitt umfar var eftir av kappingini, var feltið samlað, men nú bleiv ferðin skrúvað heilt upp. Og her vísti danin sína spurtstyrki við at vinna við góðum trimum sekundum frammanfyri Bjørk, sum eisini vísti góða styrki, og endaði heili fýra sekund frammanfyri nummar trý. Ein fín kapping hjá Bjørk og eitt flott silvurmerki.
Longu sunnumorgunin klokkan 10.30 var finalan á 800 metrum hjá dreingjum. Átta teir sterkastu rennararnir í kongaríkinum stóðu klárir til start. Men heldur ikki hesuferð vísti Rúni nakra náði. Óræddur hamraði hann avstað, og afturumlegði fyrsta umfar uppá 60 sek. Seinna umfar minkaði ferðin nakað, og tá góðir 100 metrar vóru á mál, var tað ein, sum kom upp til Rúna, og ætlaði sær framvið. Men Rúni spenti í aftur, og rann seg trygt fram á mál og enn eitt gullheiðursmerki var í skjáttuni. Rúni betraði sína egnu tíð við trimum sekundum, og setti samstundi bólkamet, sum nú er 2.04.93!
Á 3000 metrum skuldi Bjørk liva upp til leiklutin sum favorittur. Hennara tilmeldingartíð var væl betri enn hinar, so hetta líktist mest einum avgreiðsluspurningi. Bjørk hevur í summar umboðað Danmark á júst hesum teininum í landsdysti við hinar norðurlendsku tjóðirnar, og setti tá føroyskt met við tíðini 10.19,63 min. Harumframt vann hon í februar DM-heitið innandura á hesum sama teini. Hesuferð rann hon einsamøll á odda allan vegin, og kom á mál við tíðini 10.30,63 min. Hon var 43 sekund ella umleið 200 metrar frammanfyri nummar tvey!
Eitt sannførandi gullmerki til Bjørk, og tað triðja danmarksmeistaraheitið til Bragdaíðkararnar!
Seinasta kappingin á breyt í ár verður FM fyri ung. Hon verður leygardagin 27. september, og eftir hetta verður farið undir fyrireikingarnar til vetrarvenjingina.