Fótbóltur
Hóast aðrir dystir eisini vóru á skránni, so gekk alt tosið um dystin millum Liverpool og Manchester United. Feløgini eru tey mest vinnandi í enskum fótbólti, og sum arvafíggindar er talan vanliga um harðar og intensar dystir millum liðini.
Hartil innihelt dysturin eisini tað kryddið, at tað eftir hondini var alt ov langt síðani, at Liverpool hevði vunnið liga-dyst móti arvafíggindunum. Soleiðis hevði Rafael Benitez als ikki roynt hetta, síðani hann á sumri 2004 gjørdist venjari hjá Liverpool.
Og lítið bendi á nakra broyting fyrstu løtuna. Bara tríggir minuttir vóru spældir, tá nýkeypti Dimitar Berbatov legði bóltin aftur til Carlos Tevez, og so stóð 0-1 á talvuni. Og næstu 10 minuttirnar sótu geistirnir á øllum. Heimaáskoðararnir mundu óttast enn ein svartan leygardag, men spakuliga stríddi Liverpool seg aftur í dystin.
Heilt vandamikið gjørdist tað sjáldan móti vælvaksnu United-verjuni, men hóast hepni skuldi til, so var tað uppiborið, tá van der Saar fór somikið skeivur, at alt endaði, at hann sló bóltin á knæið á Wes Brown, sum soleiðis varð skrásettur fyri sjálvmál.
Og eftir steðgin var eingin ivi. Liverpool trýsti og trýsti, men leingi tóktust gestirnir hóra undan. Tað gjørdu teir tó ikki at enda, tá innskifti Ryan Babel kom at standa væl fyri, og so var fagnaðurin ovurstórur á Liverpool, har negativu upplivingarnar eru komnar ov tíðliga, til at liðið veruliga hevur kunna blandað seg í gullstríðnum seinnu árini.
Tap til Zola
Á the Hawthorns, har West Bromwich Albion heldur til, hevði Gianfranco Zola sín fyrsta dyst sum venjari hjá West Ham. Talan gjørdist to ikki um stig hjá lítla italiumanninu, sum tó hevur gott mót um sína framtíð.
Milliardir dystaðust í Manchester, har Chelsea vitjaði Manchester City, og tann dystin vann »fátæka« Chelsea 3-1, hóast teir at enda máttu vera John Terry fyriuttan, eftr at hesin varð rikin av vølli.
Og so var tað sjálvandi eisini hesaferð, at Newcastle aftur kiksaði. Leygardagin var tað á heimavølli móti Hull, og tað fall ikki í góða jørð hjá áskoðarunum, sum við mótmælisgongu kravdu Mike Ashley úr stjórastólinum. Eitt ynski, sum eisini tykist verða eftirlíkað, nú hesin hevur sett felagið til sølu.










