Brimil kom í gjár inn á Klaksvík við útróðrarbátinum Bragd, sum var tikin fyri at hava fiskað í einum ólógligum kassa norðanfyri.
Løgreglan stóð fyri teimum, tá teir komu til lands, og tá teir fóru um borð, hildu teir seg kunna staðfesta, at Bragd hevði roynt á stongdari fiskileið.
Sambært vakthavandi á løgreglustøðini í Havn, verður eitt sektaruppskot sent skiparanum seinnapartin í dag.