Púrasta óvæntað vann AGF í gjár 1-0 á FCK í donsku superliguni í fótbólti. Einsamalla málið í dystinum skeyt Ole Budtz eftir 86 minuttum, og tað undirstrikaði framúr dagin hjá AGF, sum eisini kundi takka einum framúr væl spælandi Steffen Rasmussen í málinum fyri sigurin. FCK og Brønby eru jøvn á odda við 55 stigum í part. OB, sum hevur havt góðan byrð seinastu vikurnar, er nú komið upp á 53 stig.









