Bragd av Neistanum

Neistin-Lovcen 33-32

 

Tað sá annars einki út hjá Neistanum móti sterka meistaraliðnum úr Montenegro.

Í steðginum var munurin trý mál, og nakað inn í seinná hálvleik kom hesin upp á seks mál.

Men teir bláu góvust ikki á hondum. Gestirnir fingu nakrar útvísingar, soleiðis at Neistin fekk nakrar yvirtalsminuttir, og tá talan eisini var um triðju útvísingina hjá onkrum spælarum, misti Lovcen part av sterku verju síni.

Og hesum gjørdi Neistin sær dælt av. Seinasta korterið ótu teir burtur av muninum, og bara tveir minuttir fyri leiklok vunnu havnarmenninir seg upp á javnleik. Og í seinasta minuttinum komu teir framum. Ein støða, sum helt sær, og sum kundi verið útbygd, um dysturin vardi bara nøkur fá sekund afturat.

 

Samanlagt var eingin ivi um, at Lovcen kom víðari, men hvørki venjari ella spælarar vóru serliga nøgdir um tapið í Norðuratlantshavinum, har Neistin altso vann sær tvey europisk stig, ein stóran pakka av sjálvsáliti og ivaleyst eisini ein góðan bita av virðing í altjóða høpi.