Havnin hevur í dag vitjan av ferðamannaskipinum MS Braemer. Talan er um 29. vitjanina av einum ferðamannaskipi til høvuðsstaðin í ár. Eftir ætlan skulu seytjan skip aftrat vitja Havnina í summar.
Ferðin hjá MS Braemer byrjaði 22. juli í Southampton og er skipið á eini 14 dagar langa ferð til Íslands, har fyrstur steðgur er Tórshavn. Skipið kom á Havnina um átta tíðina í morgun og ferð longu avstað aftur klokkan 18.
Pláss er fyri 929 ferðafólkum umborð á skipinum, umframt at 371 starvsfólk eru umborð. Skipið bleiv bygt í 1993 og siglir út frá enska býnum Southampton.