Brady er tann besti nakrantíð

Tað heldur føroyskur NFL-viðmerkjari um orsøkina til at New England Patriots aftur eru í Super Bowl.

Í amerikanskum fótbólti er tað ógvuliga trupult at spæla seg heilt fram til Super Bowl, men serliga ein leikari, Tom Brady hjá New England Patriots, fær tað at síggja rættiliga lætt út.


Í gjár megnaðu hann og New England Patriots at spæla seg í Super Bowl við 24-20-sigri ímóti Jacksonville Jaguars. Mótstøðuliðið í Super Bowl um tvær vikur verður Philadelphia Eagles.


Hetta er ikki færri enn áttanda ferðin, at Tom Brady verður við í Super Bowl. Fimm ferðir áður hevur hann vunnið Super Bowl, m.a. so seint sum í fjør, og føroyskur NFL-viðmerkjari metir, at hann er høvuðsorsøkin til ótrúligu gongdina hjá liðnum.


- Tað er tí at teirra quarterback, Tom Brady, hóast hann er 40, spælir enn á hægsta støði. Hann er besti amerikanski fótbóltsleikari nakrantíð og ein maskina, ið ber liðið fram, sigur Aksel Berg.


Í ítróttinum í Sosialinum í dag er amerikanskur fótbóltur í miðdeplinum. Tilber at royna seg í spurnarkapping, og harumframt greiðir Aksel eisini frá eitt nú hvat hevur sermerkt kappingarárið í ár og hvat vit kunnu vænta okkum av Super Bowl.