Bráðtíðindi: Nú verður koronupassið avtikið

Tað er eingin grund til at brúka tað longur, sigur løgmaður

Nú er tað ikki longur eitt tilmæli, at vit skulu brúka koronupass í Føroyum. Løgmaður boðar frá beint nú, at støða er tikin til at taka tilmælið um koronupass, aftur.

 

Eftir áheitan frá landsstýrinum, hevur farsóttarnevndin í dag viðgjørt spurningin um at brúka koronupass í Føroyum. Tilmælið frá farsóttarnevndini til landsstýrið er greitt: Tað er ikki longur heilsufakligt grundarlag fyri at brúka koronapass innlendis í Føroyum, sigur løgmaður.

 

Landsstýrið hevur tískil tikið avgerð um, at frá í dag av verða tilmælini broytt, soleiðis at mælt verður ikki longur til at brúka koronupass. Koronupassið skal tó framvegis brúkast tá ið ferðast verður uttanlands.

 

Nú verður eisini mælt verður til at í mesta lagið 100 fólk samlast á sama staði. Tað merkir, at tilmælið um, at í mesta lagi 20 fólk kunnu vera saman, tá ið tey ikki hava koronupass, verður tikið aftur.

 

Løgmaður sugur, at tað hevur alla tíðuna verið endamálið, at koronupassið skal ikki brúkast ein dag longur enn neyðugt og tí verður farið burtur frá tí nú.

 

– Samstundis vil eg leggja dent á, korona ger framvegis nógv um seg og tí er tað týdningarmikið at fólk eru ansin og at tey lata seg kanna, tá ið tey føla okkurt á sær og tað er eisini týdningarmikið, at tey lata seg koppseta fyri triðju ferð, leggur hann afturat.

 

Eftir áheitan frá landsstýrinum hevur farsóttarnevndin eisini viðgjørt eina ætlan fyri, hvussu vit skulu avtaka koronutilmælini, men nevndin sigur, at enn er tað ov tíðliga tí enn vita vit ov lítið um omikron-variantin av koronu.

 

Harumframt hevur farsóttarnevndin eisini viðgjørt sóttarhaldsreglurnar og væntandi kemur ein kunning um onkrar broytinar seinni í vikuni.