Bráðtíðindi: Málini um sammøður er endaliga samtykt

Nú er endaliga samtykt, at samkynd foreldur fáa sama rætt, sum onnur foreldur

Nú eru málini um sammøður endaliga samtykt í Løgtinginum. Tað er greitt beint nú, tí Løgtingið hevur samtykt málið endaliga.

 

Tað er annars ruðuleiki í Løgtinginum. Í morgun hava tvey landsstýrisfólk hjá Fólkaflokkinum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og Jacob Vestergaard, gjørt av at leggja frá sær. Endamálið var at fáa Anniku Olsen úr Løgtinginum at forða fyri, at uppskotið um sammøður varð samtykt. Men so hendi tað, at ein tingmaður fyri Fólkaflokkin, Heðin Zachariasen, bað um farloyvi og sostatt tók Annika Olsen aftur sæti á tingi kortini.

 

Sostatt var framvegis meriluti fyri uppskotunum og tað merkir, at tey eru samtykt.