Bráðfeingisfundur í ST-trygdarráðnum um Ukraina

Boðini um skundfundin koma eftir ógvusligu russisku rakettálopini á Ukraina fríggjanáttina.

- Vit fordøma upp á tað harðasta dagsins álopum á Ukraina. Álop á sivilfólk kunnu ikki góðtakast og mugu steðga í stundini.

 

Tað sigur ST-umboðsmaðurin fyri Miðeystur, Asia og Kyrrahavið, Mohamed, Khaled Khiari.

 

ST-trygdarráðið hevur verið saman í kvøld á einum bráðfeingis fundi. Evnið á fundinum var "Friður og trygd í Ukraina", sigur trygdarráðið.

 

Boðini um skundfundin komu eftir ógvusligu russisku rakettálopini á Ukraina fríggjanáttina, har fleiri enn 30 fólk eru deyð, og mong eru løstað.

 

Álopini verða roknað sum tey harðastu, síðan Russland leyp á Ukraina í februar 2022.

 

- Ein keypsmiðstøð, ein tokstøð, útbúgvingarstovnar og íbúðarblokkar vórðu rakt samstundis, sigur ST-umboðsmaðurin hjá Albania, Ferit Hoxha.

 

Hann vísir á, at Russland altíð sigur, at teirra álop eru vend móti hernaðarligum málum, men í veruleikanum eru tey vend móti sivilum málum og undirstøðukervinum.

 

- Hetta hendir aftur og aftur, leggur ST-umboðsmaðurin hjá Albania aftrat.

 

##med2##

 

 

 

 

 

ST-umboðsmaðurin hjá Albania, Ferit Hoxha.