Angelina Jolie sigur frá, at hon og Brad Pitt vórðu forelskaði, meðan tey tóku upp filmin ?Mr. & Mrs. Smith? saman. Brad Pitt og Jennifer Aniston vóru framvegis saman undir upptøkunum til filmin.
- Tað eru ikki nógv børn, sum fáa møguleikan fyri at síggja filmin, har foreldur teirra vórðu forelskaði, sigur Jolie, sum gleðir seg til at børn hennara skulu síggja filmin. Hon gleðir seg tó ikki til, at børnini fara at síggja allar tær freku myndirnar av henni, sum liggja á alnótini. ? Har fer at vera nógv ymiskt, vit skulu greiða teimum frá, hvussu tað er at hava familju í rampuljósinum. Beint nú hugsa tey bara um mammu og babba sum nørdar.