Brad Pitt hevur tvangstankar

Tá Brad Pitt fer úr sínum heimi í New Orleans, verður hann noyddur til at minnast alt, sum hann skal hava við. Tí hann megnar ikki at fara inn eftir nøkrum, tá hann er farin útum.

Hetta sigur tann 47 ára gamla amerikanska filmsstjørnan við filmsmánaðarblaðið, Empire.

Brad heldur sjálvur, at tað er eitt sálarligt brek.

,,Tað er okkurt slag av sálarligum breki. Eg veit ikki, hvør orsøkin er. Mær dámar ikki at ganga aftur eftir nøkrum. Tað eri eg ikki góður til”, sigur Brad Pitt.

Men tað er ikki bara, tá hann er farin útum hurðina, at hann hevur trupulleikar. Um hann t.d. fer skeivan veg, tá hann koyrir, verður hann noyddur at koyra víðari tann vegin. Hann megnar snøgt sagt ikki at venda aftur.

 

 

Neli Heldarskarð, praktikantur