Brad Pitt er dreymamaðurin

Amerikanarar hava fingið 10.000 kvinnur at atkvøða fyri, hvør teirra dreymamaður er. Atkvøðurnar falla sjálvandi á teir kendu menninar í USA, og enn einaferð er tað sjónleikarin Brad Pitt, sum endaði ovast á listanum, har 100 nøvn verða nevnd.

Brad Pitt er serliga í kapping við tveir aðrar sjónleikarar  Jake Gyllenhaal og Orlando Blom, sum eru ávíkavist nummar 2 og 3 á listanum.
Hinvegin eru tað eisini aðrir kendir menn, sum mugu finna seg í at enda í hinum endanum av Topp 100. Teirra millum eru Russell Crowe og Will Young.
Brad Pitt hevur í nógv av verið darling hjá kvinnunum, og tað er hann framvegis, hóast hann er blivin nøkur ár eldri, er skildur frá konuni og hevur funnið sær eina nýggja kvinnu.