Filmsleikarin Brad Bufanda doyði mikudagin.
Amerikanskir miðlar skriva, at hann gjørdi av við seg við at leypa av einum høgum bygningi. Eitt bræv er funnið, har hann takkar familju og vinum.
Bufanda er kendur frá sjónvarpsrøðum og filmum, t.d. Miðlingurin Malcolm, Veronica Mars, CSI Miami, Days of Our Lives. Hann gjørdist 34 ár.
Bufanda hevur júst verið við í nýggjum filmsverkætlanum, og t.d. er hann við í Stan the Man, sum verður vístur í 2018.
Summi minnast hann úr filminum A Cinderella Story.