Brá og Ragnheiður vóru skjótast

Ragnheiður Ólafsdóttir og Brá áttu skjótastu tíðina av øllum, tá tær vunnu tvíspor fyri ung

Árliga heystkappríðingin hjá Føroya Ríðingarfelag var leygardagin. Hendan kappingin er seinasta kappríðingin á árinum og samstundis dagurin har seinastu FM vinnaranir vera funnir. 

 

Í ár var serliga spenningur í Tvíspor ung, har Brá við Ragnheiður Ólafsdóttir á baki undan leygardegnum var á odda við minst møguligum muni, frammanfyri Sinu og Pegasus.

 

Hesi trý dystaðust eisini hvør móti øðrum leygardagin. Brá vann tó greitt og lat ongan iva vera um, at hon hevði uppinborið FM heitið. Brá og Ragnheiður fingu eisini bestu tíð av øllum á breytini hendan dagin.

 

Tvíspor fyrsta flokk vann Vør við Fríðbjarta Reinert á baki. Hetta var tó akkurát ikki nóg gott til at vinna FM. Føroyameistaraheitið fór hesuferð vestur í Vágoynna, og var tað ryssan Flykra við ungu Jonitu á Plógv á baki, sum tók FM-heitið.

 

Í skeið vann Regin Johannesen við Gylling FM, og í trav vann Máni við Knút Lútzen á baki. Hesi vunnu eisini á Heystkappríðingini.