Brævkassin

Sonurin vil ikki hava matpakka við, maður vinkonuna er ótrúgvur og ósemja um avhaldsbrúdleyp ella ikki. Les ráðini frá Rigmor í brævkassanum.

Vil ikki eta

Til brævkassan
Herfyri var ein frálík sjónvarpssending um matavnar hjá børnum og ungum. Her heima hava vit eitt øgiligt matpakkastríð. Hvønn morgun smyrja eg og maðurin matpakkar til okkara, sum skulu heimanifrá. Men 13 ára gamli sonurin sigur kortanei at hava matpakka við í skúla.
Vit hava roynt ymsar snildir við at gera matpakkan meira spennandi, men sama ger. Hann vil ikki hava hann.
Líka sum fleiri onnur í flokkinum hevur sonur okkara eisini fleiri ferðir keypt vinarbreyð og sodavatn, tá hann hevur átt pengar. Men vit geva honum ikki pengar, tí hann skal ikki vinna hetta stríðið. Hann er so treiskur, at hann heldur gongur svangur ein heilan dag enn at taka ímóti matpakkanum.
Tað er ikki gott, tí eitt svangt barn lærir ikki líka væl sum hini.
Hevur tú nøkur góð ráð at geva okkum?
Heilsan Sigrid

Góða Sigrid
Eg skilji væl, at tú ert ørkymlað um sonin, um hann onki etur allan skúladagin, tí tað gongur heilt vist út yvir evnini at læra. Vinarbreyð, fransbreyð og sodavatn fær blóðsukrið og orkuna at flúgva upp í topp. Men tað dalar akkurát líka skjótt aftur, og endar langt undir mark og verður avloyst av djúpum maktaloysi. Sostatt svingar orkustøðið millum at vera uppi undir loftinum og niðri á botni fleiri ferðir dagliga – also ikki tað besta fyri lærdóm og fordjúpilsi.
Mítt ráð til tín er í tveimum: Í fyrsta lagi skalt tú taka málið upp við skúlan. Er mentanin í flokkinum tann, at lærari situr hjá og etur saman við børnunum, verður matarsteðgurin ein friðarlig og hugnalig løta í flokkinum – ein løta, sum børnini, eisini tey í 13 ára gomlu, gleða seg til. Øll eta í senn og ongin fer út ella upp at geila, fyrr enn øll eru liðug. Tað er umráðandi, at skúlin boðar heimunum frá, at ØLL skulu hava matpakka við hvønn dag.
Í øðrum lagi skulu tú og sonurin fara á bókasavnið ella á internetið, fyri at fáa hugskot til mat, sum honum dámar. Tak hann eisini við til handils, har hann sleppur at velja nøkur ting, sum hann kundi hugsað sær at fingið við í skúla. Lunkaðir breyðbitar kunnu taka matarlistin frá sjálvt tí besta. Møguleikarnir fyri góðum og lekrum mati eru óendaligir, so sum pastasalat, turkað frukt og nøtir, nudlir, sandwish, pizzabitar, høsnarungalør, rækjusalat, ostastengur, jogurt… ja, møguleikarnir eru óendaligir.
Tú sigur í brævinum, at tit ongantíð geva soninum pengar. Her skulu tit líka hugsa um, at ung, sum ongantíð hava pengar uppi á sær, lættliga verða freistað at stjæla í handlum og kioskum.

--

Skal eg tiga ella tala?

Hey Rigmor
Maður mín kom heim ein dagin og fortaldi mær, at ein av okkara bestu vinum er ótrúgvur móti konu síni. Vinurin hevði fortalt manni mínum hetta í trúnaði, men maður mín var so skelkaður, at hann fortaldi mær tað. Nú standi eg í einari løgnari støðu, tí konan er ein av mínum bestu vinkonum, so sjálvandi føli eg meg noydda at fortelja henni tað. Serliga tí maðurin hevur verið við skøkjum uttanlands, so hon kann fáa sjúkur frá manninum. Maður mín vil sjálvandi ikki, at eg fortelji nakað, tí so svíkur hann vinmannin.
Eg veit ikki míni livandi ráð. Hvat hevði tú gjørt?
Blíðar heilsur F.J.


Góða F.J.
Eg eri samd við tær í, at konan átti at verið kunnað um, at maður hennara gongur í skøkjuhúsi, ið sum kunnugt kann elva til sjúkur. Men eg haldi eisini, at hasir mennirnir eru nakrir kloddar, at teir fortelja slíkt, sum ikki má fara víðari. Tí skalt tú fara aftur til mannin hjá tær og krevja, at hann fær handan skøkjubrúkandi húsbóndan at fortelja konuni tað. Annars gjørt tú tað sjálv innan eina ávísa tíðarfreist.
v. rigmor

--

Avhaldsbrúdleyp ella ikki

Góða Rigmor
Sjeikurin og eg umhugsa at gifta okkum. Men vit eru komin í eitt ”serføroyskt” dilemma, tí familjur okkara eru so ymiskar. Í mínari familju drekka tey, men hjá sjeikinum eru næstan øll avhaldsfólk. Sjálvi drekka vit bæði eitt sindur av og á, so vit eru ikki fanatisk. Men sjeikurin er eitt sindur bangin fyri at skeinkja í brúdleypinum, tí kanska blívir onkur gestur fullur og tað hevði ikki dámt hansara familju. Hvat heldur tú, vit eiga at gera?
Heilsan Lukkan

Góða Lukkan
Tú sigur, at tit bæði eru ikki fanatisk. So tað eiga gestir tykkara heldur ikki at vera. Tey, sum ikki drekka kunnu jú bara lata vera. Fyri at tálma drykkiskapinum, kunnu tit velja ikki at skonkja sterkt. Bjóða tit øl, sodavatn og vín, verða fólk neyvan full - men hugnalig.
v. rigmor