Brævið til NATO liður í herferð

Formaður Javnaðarfloksins heldur brævið til NATO vera liður í eini miðvísari ætlan hjá landsstýrinum at skapa samanbrestir við donsku stjórnina

John Johannessen


Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins, ivast onga løtu í, at landsstýrið er sera fegið um, at danski uttanríkisráðharrin hevur sýtt landsstýrinum at samráðast við NATO.

? Miðvísa ætlanin hjá landsstýrinum er at skapa samanbrestir við donsku stjórnina, soleiðis at landsstýrið kann vísa føroyingum á, hvussu ómøguligir danir eru. Og hetta er við at eydnast, sigur Jóannes Eidesgaard.

Formaður Javnaðarfloksins vísir á, at brævið til ST um at fáa ein triðja part upp í fullveldissamráðingarnar var ein roynd at skapa samanbrest og brævið til NATO umvegis danska forsætisráðharran var ein onnur roynd.

Tó heldur Jóannes Eidesgaard, at tað hevði verið snildari av landsstýrinum eisini at sent brævið til ST umvegis danska uttanríkisráðharran, soleiðis at hann eisini fekk møguleika at steðga hesum. Hetta, heldur hann, hevði gjørt málið enn ógvusligari og tískil eisini styrkt stiknið, landsstýrið ynskir føroyingar at hava móti donsku stjórnini.

Jóannes Eidesgaard heldur Tjóðveldisflokkin standa aftan fyri hesi gjøgnumhugsaðu ætlan, og heldur hann aðalmálið hjá Tjóðveldisflokkinum vera at forpesta støðuna millum Føroyar og Danmark so mikið, at neyðugt verður at loysa frá Danmark.


Heimastýrislógin er galdandi

Leiklutin hjá løgmanni í gongdini heldur Jóannes Eidesgaard lítið um. Hann heldur, at løgmaður, við at skriva undir øll hesi brøvini til atjóða stovnar, ber seg at sum forseti fyri fullveldinum Føroyar.

Men formaður Javnaðarfloksins heldur, at løgmaður má gera sær greitt, at heimastýrisskipanin enn er galdandi, og tí má løgmaður halda seg til hana.

? Sjálvur skuldi eg fegin verið við til at vraka heimastýrislógina her og nú, men vit mugu gera okkum greitt, at hon er galdandi, hvat vit so halda um hana, staðfestir Jóannes Eidesgaard.

Vónin hjá formanni Javnaðarfloksins er, at paniklíknadi handlingarnar hjá landsstýrinunm benda á, at tað ber móti endanum á samgonguskeiðnum.

? Eg haldi, at løgmaður má gera sær greitt, at talan verður ikki um fullveldi í hansara skeiði sum løgmaður, sigur Jóannes Eidesgaard.


Tjóðveldisflokkurin móti sær sjálvum

Tað undrar Jóannes Eidesgaard, at Tjóðveldisflokkurin, sum í áttatiárunum var ímóti øllum, sum hevði við NATO at gera, nú er so heitur fyri at sleppa upp í NATO.

? Høvdu teir gomlu tjóðveldismenninir vitað, hvussu Tjóðveldisflokkurin nú ber seg at, so ivist eg ikki í, at teir høvdu undrast, sigur Jóannes Eidesgaard.

Men brævið til NATO, er Jóannes Eidesgaard sannførdur um, var ætlað at verða vrakað. Tí heldur hann., at Høgni Hoydal helst hevur jublað og skálað við sjampanju, tá svarið kom frá Niels Helveg Petersen.