Brævið til Damanaki: Vit vilja samráðast

Løgmaður, landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum og danski uttanríkisráðharrin hava í dag sent eitt bræv til Mariu Damanaki, har víst verður á, at føroyska stjórnin er sinnað at halda áfram við samráðingunum um norðhavssildina.

Brævið er týtt úr enskum, og er soljóðandi.

"Góða Maria Damanaki,

Takk fyri ta konstruktivu tilgongd, sum tú tók á fundinum 26. juni um býtið av norðhavssildini.

Í kjalarvørrinum av hesum fundi kunnu vit við gleði staðfesta, at Føroyar eru til reiðar at samráðast um kvotabýtið fyri 2013, umframt tey næstu árini.

Vit trúgva, at viljin hjá Føroyum at samráðast um kvotabýtið fyri 2013 er eitt klárt tekin um, at tað framvegis er møguligt at finna eina semju millum strandarlondini. Orsakað av hesum vilja vit staðiliga heita á Kommissiónina um ikki at halda áfram við ætlanunum um víðfevnd, fíggjarlig tiltøk.

Ein samráðing eigur at fáast upp í lag uttan drál. Vit vilja tí heita á Kommissiónina eins og hini strandarlondini um at taka ímóti føroyska samráðingarviljanum og hittast skjótast tilber. Av somu orsøk senda vit eitt avrit av hesum brævi til hini strandarlondini.

Vit vísa eisini til svarini frá Danmark og Føroyum uppá brævið frá Kommissiónini 17. mai 2013.

Vit gleða okkum til at hoyra tykkara svar hesum viðvíkjandi, og vóna at fáa eitt jaligt úrslit á hesum máli."

Undirskrivað brævið hava Villy Søvndal, uttanríkisráðharri í Danmark, Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður og Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.