Við hesum verður boðað frá, at løgmaður hevur tikið stig til at fremja tað, sum fakfeløgini hava víst á í sambandi við málið um samskipan av Landsverkfrøðingsstovninum og Strandfaraskipum landsins.
Starvsfólkini fáa høvi til at verða kunnað um tilgongdina í samband við møguligar avgerandi broytingar, sum ætlast at fara fram á teirra arbeiðsplássi sambært galdandi sáttmála.
?Stovnarnir hava hvør sín stjóra, tá tilgongdin byrjar
?Fyribilssetti stjórin á Landsverkfrøðingsstovninum skal ikki vera ein, sum hevur verið partur í fyrireikingunum higartil.
?Finnast skal fram til eina skipan fyri, hvussu leiðsla og starvsfólk kunnu samstarva og fáa kunnleika um tær kanningar og ta bygnaðartillagingartilgongd, sum standa fyri framman.
Anfinn Kallsberg
løgmaður










