Nógvur peningur kann vera at fáa, um tú hevur okkurt gamalt og áhugavert bræv liggjandi í óruddinum á loftinum.
Onkur hevur í øllum førum gjørt kubbi við at selja eitt gamalt føroyskt bræv.
Talan er um ein brævbjálva, sum varð sendur til Føroya Banka í Tórshavn tann 23. januar 1919. Brævið varð eisini sent úr Havnini, og frímerkini høvdu tá eitt virði á 22 oyru.
Tað, sum samlarar halda vera áhugavert við brævinum, er, at tvey av frímerkjunum er skrødd.
? At frímerkini eru skrødd vísir, at hetta brævið ikki er gjørt til samlarar, men at tað veruliga hevur verið í brúki. Hetta er orsøkin til, at tað hevur so stórt virði. Tá í tíðini vóru tað bara Føroya Banki og handilsmenn, sum fingu hesi 2 oyru frímerkini, sigur Suni Vinther.
Onkur hevur verið sinnaður til at lata 30.000 fyri henda brævbjálvan.
Suni Vinther, filetelist ella frímerkjasavnari, var til staðar á uppboðsøluni í Keypmannahavn, og hann sigur, at har vóru fólk úr øllum heiminum komin saman at fregnast um nakað áhugvert var til sølu.
Hann veit ikki, hvør hevur átt júst hetta brævið, men hann væntar ikki, at tað er ein føroyingur, sum í hesum førinum er vorðin 30.000 ríkari. Tey flestu dýru føroysku frímerkini eru í farin av landinum.
? Tað eru nógv fólk, sum halda, at eitt skrætt frímerki ikki hevur nakað virði, men ein skal ongantíð tveita nakað gamalt burtur, uttan at onkur serkønur á økinum hevur hugt at tí fyrst, sigur Suni Vinther.
RUTH
Eitt annað sera áhugavert føroyskt frímerki, sum varð selt á uppboðssøluni, er eitt við stemplinum "RUTH". Tað varð keypt fyri 17.000 krónur.
Hetta er bara eitt einstakt frímerki, sum er tikið av einum brævbjálva ella postkorti. Hetta stemplið er sera rárt.
Tað serliga við hesum stemplinum er, at postbáturin "RUTH" hjá meiarínum fekk eitt stempul umborð í 1908. Hann sigldi millum Havnina, Skálafjørðin, Kollafjørð og Kaldbak.
Um eitt bræv skuldi sendast millum onkrar av hesum bygdunum, so varð tað stemplað umborð á bátinum.
? Eingin hevur enn funnið nakað postkort ella bræv við hesum stemplinum, men bara leys frímerki.
? Tann, sum í dag finnur eitt bræv við hesum stemplinum, hevur vunnið í lotto. Tað kann seljast í dag fyri góðar 100.000 krónur, heldur Suni Vinther.
Suni væntar, at tað eru fólk kring Skálafjørðin, Kollafjørð og Kaldbak, sum hava besta møguleikan at finna tað, tí móttakari og sendari skal helst vera á Skálafjørðinum. Um bræv varð sent við postbátinum til Havnar, so hevði tað verið stemplað á posthúsinum í Havn.
? Um eitt bræv við stemplinum "RUTH" verður funnið, so eru samlarar óivað púra svakir eftir at fáa hendur á tí, sigur Suni.
100 krónuseðil fyri 20.000
Á uppboðssøluni var eisini nakað fyri numismatikararnar ella mynt- og pengaseðlasavnarar.
Ein føroyskur 100 krónuseðil frá 1940, varð seldur fyri 20.000 krónur.
Tað áhugaverda við hesum seðlinum er, at Amtmaðurin Hilbert hevur prentað sítt navn á seðilin. Annars var tað vanligari, at hann signeraði seðlarnar við hond.
Annars vórðu fleiri áhugaverd føroysk brævbjálvar og frímerki seld fyri millum15-25.000 krónur.
? Tað er ómøguligt hjá vanligum fólki at meta um, hvat er virðismikið. Tað er neyðugt at fáa ein serkønan at meta um tað, sigur Suni Vinther.
Sum dømi kann nevnast, at eitt bræv, sum varð sent frá Hvalba til Havnar um Trongisvág, fór fyri 23.000 krónur.
Tað merkisverda við tí er, at postverkið hevði trupulleikar við at fáa frímerki, tí myndugleikarnir høvdu hækkað porto úr fimm upp í sjey oyru, og kríggið forðaði flutningi av nýggjum frímerkjum millum Føroyar og Danmark.
Tí varð neyðugt at klippa frímerki burturúr krossbondum, sum vórðu nýtt, tá bløð skuldu sendast. Hesi vóru ikki verulig frímerki við takkum, men vórðu bara prentað.
Suni Vinther var á uppboðssøluni og seldi fyri fólk, sum eiga virðismikil frímerki og brævbjálvar. Tilsamans seldi hann fyri góðar 10.000 krónur. Fólk hava heitt á hann um at selja frímerki fyri seg.
Hann sigur, at nógvir ríkmenn hava áhuga í at keypa rár frímerki. Teir gera íløgur í frímerki, og kunnu síðani selja tey aftur seinni við vinningi.
Í Føroyum er áhugin fyri filateli ikki serliga stórur. Á vanligum fundum hjá filatelistfelagnum møta eini tíggju fólk hvørja ferð, men felagið hevur eini 25 limir.