Brævatkvøður: Tryggast at velja flokk

Verður valt við brævatkvøðu, ber til at velja ávíst valevni, hóast uppstillingin ikki er liðug. Men best er bara at velja flokk, um trygd skal fáast fyri, at atkvøðan skal telja við

Hóast flokkarnir enn ikki eru lidnir við uppstillingarnar, so ber til hjá fólki, sum fara uttanlands og ikki verða heima valdagin at velja kortini. Hetta kann gerast við brævatkvøðum.
Onkur lesari hevur spurt okkum, um tað ber til at velja ávíst valevni, hóast listarnir ikki eru klárir.
Vit hava sett spurningin víðari til Jens Marius Poulsen, kommunustjóra í Havn. Hann sigur, at tað kortini ikki er so einfalt.
Um fólk skriva navnið á ávísum valevni á brævatkvøðuna, so fær viðkomandi valevnið og flokkurin atkvøðuna ? um viðkomandi kemur á listan. Hendir tað, at viðkomandi ikki verður uppstillaður kortini, so verður atkvøðan ógyldug, tí tað ber bara til at velja valevni, ið eru uppstillað.
? Fólk sum fara uttanlands kunnu bara velja flokk, men eru tey vís í, at eitt valevni verður uppstillað, kunnu tey eisini skriva navn hansara/hennara. Verður viðkomandi ikki uppstillað/ur er atkvøðan ógildug, sigur Jens Marius Poulsen.