Bråvalla og listin

Bråvalla er staður í Svøríki, har søguligur bardagi var millum sviar og danir. Rætt sum í Mannafellsdali. Men stórsti partur av hesum bardaga man hava verða framdur í sagnum. Knýttar at Bråvalla slættanum í Ostergötland. Í dag verður hugtakið ?bråvallaslag? brúkt um drápiligan bardaga og ógvusligt orðaskifti. Sambært Nudansk Ordbog í hvussu er.

 

Men júst hetta hugtak nýtir ummælarin Flemming Andersen í Aktuelt, tá hann 9.november umrøður nýggju listabókina hjá Bárði Jákupssyni ?Færøernes Billedkunst? sum danska heiti er. Og hann nevnir fleiri ?bråvallaslag? í føroyskari list. Flemming sigur seg kunna síggja tað eljustríð, sum er millum listafólk í Føroyum, endurspeglað í bókini hjá Bárði. Havi spurt meg fyri hjá høvunda, útgevara og framstandandi listafólki, um tey hava varnast eljustríð, ella ?bråvallaslag? í føroyska listaheiminum. Men nei, tað vita tey einki um at siga. Tíansheldur fleiri. Kanska onkur lesari kann hjálpa.