Vit velja
?Samla fólkið fyri hægstu virðum lívsins og sýna politiska ábyrgd í øllum lutum.
?At í Føroyum skulu føroyingar ráða og byggja land.
?Taka fulla ábyrgd og fult ræði, stig fyri stig, í øllum viðurskiftum okkara.
?Raðfesta borgaran, herundir sjúk og veik, framum betong, asfalt, stál og annað kalt.
?Miðvíst vísa á borgara vinarligar loysnir, skilvíst frælsi og rættskafni í øllum lutum.
?Varðveita og betra skilagóð og virðilig sambond við onnur lond - til fólksins gagn.
?Arbeiða fyri tí góða lívinum við burðadyggari vælferð ? ikki einstaka ideologi.
?Slætta um vinstra-høgra sjaskið og virka sum politisk miðleingja.
?Mótvirka býttum yvirdirvi og skammiligt afturhaldni.
Tit mugu skilja
?At uttan fleiri umboð floksins á tingi fer Føroyaskútan at rulla, og rulla sera illa.
?Kanska eru deyðir dinosaurar undir Føroyum. Omaná eru so flokkar, ið hava tikið okkara sjálvstýrispolitikk, sum einastu hyggjuráð. Teirra skráir miseydnaðust ár eftir ár og í 98. Abbaflokkurin kann tí vinna seg til deyðis, men alt fleiri stúra missin av meistrandi klípinum ? úrmælingunum. Vónandi kemur hann yngdur og sterkur av váli.
?Tíðindi um olju longur niðri, kunnu verða góð. Kanska eru risagoymslur. Einki er likið. Nakrir metrar eykað er eingin forðing. Olja slættar og smyr, umframt gagnar so nógvum øðrum. Tað ger okkara flokkur við.
?Tó, ov nógv eru borin av angist og velja tað ósømiliga, ið er sáað av sambandskari herferð; at drekka annans mjólk - ella gávuhugi frá feitum jólamonnum, og maka sær, meðan danir sveitta. Tey kalla tað ?rættindi? og toga so persiennurnar niður.
?Borið djúpt, rakið rætt, kjósið Sjálvstýrisflokkin, flokkin, sum borgar fyri virðiligum arbeiðssemi og tekur við ábyrgd undir ábyrgd. Allir rópa sjálvstýri í dag, men bara ein flokkur, júst hann, eigur tær óspiltu ílegurnar frá upprunaligu tjóðskaparrøslu Føroya!
?Eg velji tað upprunaliga træið. Tað ið ber tær bestu fruktirnar.










