Bræv til USA

Í einum opnum brævi til amerikanska fólkið heitit iranski forsetin, Mahmoud Ahmadinejad, á USA um at taka seg aftur úr Irak og at viðurkenna eitt sjálvsstøðugt palestinskt ríki. Í brævinum, sum er fimm síður, skrivar forsetin, at amerikanska stjórnin hevur gjørt seg seka í tvingsli, valdsnýtslu og órættvísi, og hann biður amerikanska fólkið ímynda sær, hvat tað kundi fingið fyri allar teir pengarnar, sum kríggið í Irak hevur kostað USA. Eitt nú kundu tey, sum mistu hús og heim av ódnini Katrina, havt tað gott í dag, skrivar Ahmadinejad.