Tiltakið er gjørt í sambandi við at Toyota kring allan heim kallar ávísar bilar inn til eftirlit, tí spitarin á onkrum av bilunum kann seta seg fastan undir koyring.
Eivind av Reyni, stjóri hjá Reyni Service, sigur, at fyrstu brøvini fóru út um vikuskiftið, og verða tey send út dagliga, til allir eigararnir hava fingið bræv. Hann leggur dent á, at tað er týdningarmikið, at tey sum hava fingið bræv seta seg í samband við Reyni Service og fáa avtalað eina tíð.