Brøv hjá Goebbels á uppboði

Í vikuni fer ein uppboðssøla í amerikanska statinum Connecticut at selja ymskt úr skjalasavninum hjá nazileiðaranum Josef Goebbels.

Talan er um skjøl, brøv og ymiskt annað. Tey elstu pappírini eru frá ungdómsárunum hjá Goebbels, og tey seinastu skrivaði hann, eftir at hann var vorðin propagandaleiðari hjá nazistunum. Uppboðssølan sigur, at skjølini hava ikki verið alment frammi fyrr.

Roknað verður við, at skjølini hjá Josef Goebbels kunnu seljast fyri millum 200.000 og 300.000 dollarar, skrivar AFP.