Landsstýrismaðurin í undirvísingar- og mentamálum hevur sent fólkaskúlum og skúlanevndum í Føroyum bræv.
Sagt verður, at skúlanevndin er myndugleiki á staðnum og eigur saman við skúlaleiðsluni at bera so í bandi, at undirvísingin verður órógvað sum minst, nú verkfall er.
Víst verður á, at arbeiðsumstøðurnar hjá tænastusettum lærarum eru truplar. Undirvísingar- og mentamálastýrið hevur við atliti at verkfallinum dagliga umrøtt umstøðurnar og ásannar, at hóast ótrygg viðurskifti undir verkfallinum, so hevur Undirvísingar- og mentamálastýrið skyldu at vísa á, at undirvísing, sum ikki er verkfallsrakt, verður framd.
Vísandi til hetta verður skúlaleiðslan biðin um at skipa gerandisdag næminganna so, at teir so vítt gjørligt ikki hava millumtímar og at umsjón í mesta mun er við yngru næmingunum










