Bræv frá leiðsluni í Zarepta

Leiðslan í Zarepta greiðir í hesum brævi frá arbeiðnum við barnalegunum, og hvørji atlit verða tikin fyri børnunum.

Legurnar í Zarepta


Leguarbeiðið, sum Zarepta stendur fyri, byrjaði í 1965 við Áir. Í 1967 varð hús bygt í Vatnsoyrum, og hevur arbeiðið hildið fram har síðan tá – undir karmum, sum eru nógv broyttir.

Mong minnast hesar legur við gleði, tá tey komu til trúgv á Jesus og á nógvar góðar upplivingar saman við børnum ymsastaðni úr landinum, og eru tey takksom fyri, at hetta arbeiði kann halda fram.

Tey seinastu mongu árini er gjørt eitt miðvíst arbeiði at skipa og betra um legurnar. Longu tíðliga vóru vegleiðingar gjørdar til leiðararnar á legunum. Síðan fyrst í 90-unum eru hesar vegleiðingar støðugt útbygdar og nýggjar eisini gjørdar. Hesar verða gjøgnumgingnar við leiðarunum við hvørja einstaka legubyrjan.


Høvuðsendamálið við legunum er, sum lýst í einari av vegleiðingunum:

• At vinna børn og ung fyri Kristus.

• At styrkja børn og ung í trúnni á Kristus.

• At fremja gott samanhald millum allar luttakarar á leguni.

• Spæl og likamsvenjing.

• At leggja støði undir ymiskar dagligar lívsmeginreglur:

- vera ásettum reglum lýðin.

- fremja siðiliga atferð.

- virða náttúru-, mentannar- og tjóðskaparvirði.


Tað er eingin loyna, at leguarbeiðið frá byrjan hevur bygt á meginreglur Bíbliunnar, og er ynski okkara framhaldandi at læra børnini og tey ungu Orð Guds.

Vit trúgva, at Jesus Kristus er Sonur Guds, og at ein himmal er og eitt fortapilsi. Vit trúgva, at Jesus Kristus doyði fyri menniskjuna, so at hon ikki skuldi fortapast, men fáa ævigt lív. Hetta æviga lívið gerst okkara, tá ið vit trúgva á Jesus Kristus.

Í ljósinum av hesum veruleikum hava vit legur í Zarepta, og neyvan er nakar ivi um, at øll foreldur, ið senda síni børn á hesar legur, kenna endamálið við teimum.

Eitt av endamálunum við arbeiðinum í Zarepta er eisini at læra børnini og tey ungu alt tað, ið gott er – í náttúru og samskifti manna millum.

Eitt brot í einari vegleiðing viðger hetta:

• Tað er umráðandi, at alt sum vit tosa við børnini er gott og gagnligt.

• Hitt góða elvir til góðar hugsanir og ein sunnan hugsunnarhátt, sum síðan ávirkar orð og gerðir tess. – Legg teg tí eftir at læra leguluttakaran ”alt sum sámiligt er, … alt sum reint er, … alt sum væl verður talað um, eina og hvørja dygd og ein og hvønn heiður” (Fil. 4:8).


Men vituligt er, at har sum menniskju eru uppií, er eisini ófullkomileiki, og mistøk verða gjørd. Hetta er sjálvandi eisini galdandi fyri Zarepta.

Vit eru signað av at hava nógvar skilagóðar leiðarar, sum gera eitt stórt og gott, sjálvboðið arbeiði, men hóast hetta er tað eisini onkuntíð komið fyri, at leiðarar ikki hava borið seg vísiliga og rætt at, tá ið teir hava tosað við børnini. Vit harmast um slíkan óvísan og óbúnan framferðarhátt, ið summi hava verið útsett fyri á legunum. Hetta er nakað, ið vit taka í álvara og sum vit støðugt viðgera og rætta.

Samstundis er eisini greitt, at hóast boðskapurin um frelsu við trúgv á Kristus verður kunngjørdur við kærleika og vísdómi, so hendir tað tó, at fólk fáa ástoyt av honum.

Ásannandi hetta, leggja vit okkum støðugt eftir at upplýsa og læra leiðararnar um, hvussu teir eiga at fara at mótvegis børnunum, ið verða send á legurnar. - Hetta inniber ikki, at vit hava broytt boðskapin, men at vit leggja okkum eftir at bera hann fram á ein slíkan hátt, at hann er so nær kærleiksfulla andanum í Bíbliuni, sum gjørligt.

Brot úr áðurnevndu vegleiðing viðgera hesi viðurskifti:

• Øll, sum arbeiða í Zarepta, eiga at virða tey mørk, sum er ein mannarættur hjá øllum menniskjum, við ikki at gera seg inn á nakran, hvørki likamliga ella sálarliga.

• Farið varisliga við viðkvomu barnasálunum, sum tykkum eru litnar í hendur. – Kensluliga eru børn løtt at ávirka og at ræða.

• Verið umhugsin, hvussu tit tosa við barnið um frelsuna. Tað er umráðandi, at tit á ein einfaldan hátt greiða frá øllum tí grundleggjandi frelsuni viðvíkjandi, soleiðis, at barnið sjálvt skilur, at tí tørvar at verða frelst.

• Latið okkum minnast til, at uppgáva okkara er at sáa Orð Guds og at vatna. Síðan er tað uppgáva Harrans at lata Orð Sítt bera ávøkst (1.Kor. 3:6).


Eftir boði Harrans Jesusar og í ljósinum av tí signing, ið legurnar í Zarepta hava verið fyri mong í landi okkara, er tað sannføring okkara, at vit eiga at halda fram við at boða evangeliið fyri børnunum og teimum ungu.


Vegna leiðsluna í Zarepta,

John í Skemmuni, Jens Bech og John Færø.