Um stutta tíð kunnu tey, sum hava áhuga og pengar, fáa høvi at ogna sær eitt bræv, sum tann kendi vísindamaðurin Albert Einstein sáli skrivaði. Brævið, sum er dagfest tann 12. desember í 1914, skrivaði Einstein til fyrru konu sína, Milevu Maric. Í brævinum, sum er hondskrivað og tvær síður langt, kærir Einstein seg um, at fyrrverandi konan vil ikki lata børn teirra fáa brøvini, sum hann hevur skrivað teimum. Tað eru eisini onnur viðurskifti, sum hann er misnøgdur við. Serkøn vænta, at brævið hjá Einstein fer fyri einar 25.000 krónur.