Brøðurnir sungu fyri

TÓNLEIKUR Stanley Samuelsen spældi, og tríggir brøður hansara vóru millum tey 60-70 fólkini, sum sundu í Tilhaldinum í Havn týsdagin

Hvønn týsmorgun er sangur á skránni í Tilhaldinum í Havn, og tá møta ungir og eldri pensjonistar í stórum tali. Tað veldst eitt sindur um veður og vind, hvussu nógv fólk møta.
Týsdagin skein sólin, og tað var lýtt, og nógv fólk leitaðu sær henda dagin í Tilhaldið at syngja. Millum 60 og 70 fólk vóru har.
Ymisk fólk skiftast at spæla undir, og ein teirra hevur verið Benny Samuelsen, men beint nú fær hann ikki so væl spælt, og við tað at bróðirin Stanley Samuelsen var staddur í Føroyum, játtaði hann at avloysa.
- Benny, Flemming og eg vóru allir og sungu við, meðan Stanley spældi. Tað var heilt hugnaligt, sigur Eilif Samuelsen.
Hann var fegin um, at bróðirin Flemming, sum fyri tveimum árum síðan gjørdist sjúkur, nú er komin so væl fyri aftur, at hann aftur kann koma í Tilhaldið at syngja. Hugurin at syngja er tann sami sum áður.
Eilif Samuelsen sigur, at týsdagin vóru fleiri fólk við og sungu, sum hann ikki áður hevur møtt í Tilhaldinum, og har vóru eisini yngri fólk. Tað kemur helst av, at fólk verða meira og meira tilvitandi um, at um ræður at hava okkurt at fáast við í eftirlønaraldrinum. Fólk, sum alt sítt lív, hava havt eina rútmu við arbeiði, kunnu ikki bara seta seg niður, tá ið tey fyri aldur gevast at arbeiða, sigur Eilif Samuelsen, sum sjálvur er ein av virknu pensionistunum í Havn.
randi@sosialurin.fo