Brøðurnir Olsen spæla í Havn

Heimskendu donsku Brøðurnir Olsen spæla fyrst í august mánaði í ítróttarhøllini á Hálsi. Ætlaða konsertin í Klaksvík er avlýst, tí loyvi fekst ikki at halda konsertina í Grøv

 

Donsku Brøðurnir Olsen koma fyrst í august mánaði til Føroya at spæla. Í fyrstu syftu var ætlanin at halda hesa konsert í Grøv í Klaksvík, men hetta verður nú av ongum.

Skógfriðingarnevndin hevur noktað fyri, at tiltakið kann haldast, hóast ein samd mentanarnevnd hjá Klaksvíkar býráði staðiliga heitti á Skógfriðingarnevndina um at játta loyvi til konsertina.

Formligi myndugleikin á økinum er Skógfriðingarnevndin, og tí er tað hennara avgerð, sum er endalig.

Skógfriðingarnevndin grundgevur í sínum svari fyri, at plantuvøksturin í Grøv kann líða undir slíkum stórum tiltaki, og ivin má koma vøkstrinum til góðar. Tí kann nevndin ikki geva loyvi til konsertina.

Tónleikaportalurin Pop.fo, sum stendur fyri vitjanini hjá Brøðrunum Olsen, hevur tí avgjørt, at konsertin verður í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn ístaðin.

Konsertin verður leygarkvøldið 4. august kl. 21.00, og umframt heimskendu donsku Grand Prix brøðurnar verður eisini serligt føroyskt undirhald á skránni.