Hóast teir ikki vóru á vøllinum samstundis, so siga báðir, at tað er nakað serligt at umboða Føroyar saman sum beiggjar.
Men sjálvt um teir eru beiggjar, so eru teir hvør sín typa bæði á og uttanfyri fótbóltsvøllin. Men hvat hava teir til felags? Og hvør er verri taparin?
Á venjingarleguni hjá føroyska A-landsliðnum í suðurspania fekk FSF Varpið orðið á Vatnhamar-brøðurnar úr Leirvík.










