Vit frætta av Skála, at Arthur umsíðir hevur valt at leggja skógvarnar á hillina, eftir at hann í eini 10-15 ár hevur verið millum fremstu hondbóltsleikarar í landinum. Síðstu árini hevur hann ikki vant støðugt, og nú tykist avgerðin vera tikin.
Eisini yngsti bróðurin, Alexandur, hevur valt at steðga. Eg havi verið nógv plágaður av skaðum, og tí er ikki lætt hjá mær at venja alt árið. Eg spæli fótbólt, og tað havi eg valt at gera framyvir. Eg vil fegin vinna okkurt við fótbóltsliðnum hjá Skála, og eftirsum eg havi roynt at vunnið bæði FM og steypakapping í hondbólti, so fari eg at geva alt í fótbóltinum nú.
Hetta er ein stórur missur fyri StÍF, men eisini fyri føroyskan hondbólt, sum nú missur tveir av størstu profilunum síðstu árini.









