Brúðurin rýmdi

Løgreglan í Kina leitar eftir níggju kvinnum, sum rýmdu frá monnunum minni enn tveir mánaðir eftir, at tær høvdu játtað at liva saman við teimum alt lívið.

Teir níggju brúðgómarnir høvdu í felag goldið 170.000 krónur fyri at fáa hvør sína konu, men hjúnarløgini høvdu ikki vart meiri enn nakrar vikur, tá allar brúðrarnar brádliga hvurvu sum døgg fyri sól.

Eitt er, at teir níggju menninir hava mist konurnar. Teir sita eisini eftir við rokningini fyri felags brúdleypið, sum teir hildu við læntum pengum.