Bróðurin hevði lykil til kjallaran

Josef Fritzl var kanska ikki tann einasti, sum visti um ræðuleikarnar í kjallaranum Ein kvinna, sum leigaði hjá Josef Fritzl fyri nøkrum árum síðani, vil vera við, at Josef var ikki tann einasti, sum hevði lykil til kjallaran, har dóttirin Elisabet sat innistongd saman við trimum børnum.

-Beiggi Elisabeth, Thomas Fritzl, hevði atgongd til kjallaran, og hann vildi ongantíð lova nøkrum niður hagar, sigur kvinnan við eitt týskt blað.

Hon sigur, at hon hevði biðið um at fáa eitt rúm í kjallaranum, men tað kundi hon ikki fáa.

Kvinnan leigaði hjá Josef Fritzl saman við beiggja sínum frá 2001 til 2003. Tey búðu á 2. hædd.