Brøður til Litava

SJÓNLEIKUR. Í Fuglafirði er tiltakandi áhugi fyri sjónleiki. Í næstu viku fara tveir ungir fuglfirðingar ta longu leið til Litava á sjónleikaraskeið

 

Herfyri sendi Meginfelag áhugaleikara Føroya eitt skriv til sjónleikarafeløgini, har boðað varð frá skeiði í einum av Baltalondunum. Sum limir í Fuglafjarðar Sjónleikarafelag tóku vit av og tað var alt leyst og liðugt beinan vegin, siga teir báðir 25 ára gamli Mortan og 26 ára gamli Árant G. Berjastein.

Teir eru brøður, sum báðir hava áhuga fyri sjónleiki. Serliga nú nýggja Mentunarhúsið skal lata upp í Fuglafirði.

Sjónleikaraskeið

Klaipeda eitur býurin, sum er í Litava, einum av teim trimum Baltalondunum. Tað er har forkunnuga skeiðið er. Tað varir eina viku og er fyri áhugaleikarar innan leik og stjórnan. Mortan hevur valt leikin, meðan Árant hevur valt hitt seinna, at stjórna. Tað er fyrstu ferð, at føroyingar eru við. Oftast eru luttakararnir úr Norðurlondum og Eysturevropa, siga ferðabúnu sjónleikarabrøðurnir úr Fuglafirði. Árant, sum dagliga arbeiðir á fóðurdeildini hjá Havsbrún, og Mortan, sum gongur á HD í Klaksvík, eru spentir fyri ferðina. Vit vænta at fáa nógv burturúr, sum kann koma okkum til góða, tá vit eru heima aftur. Hóast ferðin bert fevnir um níggju dagar, er skráin drúgv og fjølbroytt. Tað verður helst strævið, tí alt er á enskum. Men vit eru spentir, at hitta onnur fólk úr øðrum tjóðum.

Skemtileikur

Heima í Fuglafirði eru teir báðir Mortan og Árant saman við øðrum farnir undir at venja ein skemtileik. »Fiskar á turrum landi« er heitið á leikinum, sum Turið Sigurðardóttir hevur týtt eftir Árna Ibsen. Fýra leikarar eru við, teirra millum Mortan. Og so eru eini 6-10 medhjálparar. Tað er ilt at siga beint nú, halda teir. Sjónleikur hevur tað at vinda uppá seg. Og so er hetta eisini sveinastykkið hjá Áranti, heldur bróðurin ertandi fyri. Tí tað er hann, sum skal stjórna leikinum, saman við Magna Joensen úr Gøtu, sigur Mortan.

Mentanarhús

Fyrsta sýning av »Fiski á turrum landi« hjá Fuglafjarðar Sjónleikarafelag er sett at verða tá nýggja, stásiliga bygdahúsið, Fuglafjarðar Mentanarhús, verður tikið í brúk. Tað verður á Varmakeldustevnu, sum verður um mánaðarskiftið juni-juli. Vónirnar eru stórar til húsið, sum Niels Midjord hevur teknað. Og ljóðviðurskiftini skuldu verið góð, siga Mortan og Árant. Sami maður, sum roknað ljóðiðút í Sydney, tá Operahúsið hjá Utzon varð bygt, hevur verið uppí ætlanini hjá fuglfirðingum. Soleiðis bara av áhuga.

Ætlanin er at spæla minst ein leik hvørt árið. Tað er tað allar minsta, sigur Mortan. Tá man hevur fingið hølið, so er at brúka tað. Men tað mangla nýggjar kreftir til sjónleik í Eysturoynni, heldur hann.

Í nýggja mentanarhúsinum verður konserthøll við plássi til 200 fólk. Verða báðir salarnir brúktir, so kann borðreiðast til 300 fólk. Men tá er eingin pallur. Húsini hava staðið í gerð í nógv ár. Byrjað var fyri eini sjey árum síðani og so hevur tað gingið spakuliga framá, uttan ta stóru lántøkuna, siga sjónleikabrøðurnir í Fuglafirði. So sjónleikarafelagið eigur at kalla øll húsini, nú tey eru um at verða liðug. Kommunan hevur stuðlað heilt fitt við 1, 5 millión. Nógvir aðrir stuðlar eru eisini. Uttan teir bar einki til, halda Mortan og Árant.

Nýggja mentanarhúsið er mitt í býnum, omanfyri bátahylin og niðanfyri hjá Haraldsen, tey rópa. Beint við síðuna av gamla sjónleikarhúsinum, sum nú er forrætning. Í gamla sjónleikarhúsinum var helst bara dansur, halda teir seg minnast. Vit eru ov ungir at minnast Silly Boys og Absurdy Fair. Kanska er okkurt kjallaraorkestur, men tað man verða smáligt, heldur Mortan.

Tvey ár á rað hevur Varmakelduteitið verið framført í Fuglafirði. Tað vóru Mortan og Marita Øre, sum tóku stig til tað. Áhugin millum fólk er stórur, men higartil hava hølini manglað. Nú verður betri, siga teir báðir, sum gleða seg til ferðina, sjónleikin og mentanarhúsið.