1. juli í 1983 varð KT deildin hjá Tórshavnar kommunu sett á stovn. Samstundis vóru brøðurnir Ingi og Jón Ellingsgaard settir í starv. Sostatt var talan um 75 ára føðingardag, tá dagurin varð heiðraður seinnapartin í gjár.
Sum vanligt slíkar hátíðardagar helt borgarstjórin røðu fyri teimum báðum.
Hon vísti á, at hóast KT-deildin nú var 25 ár og tað tí vóru formliga 25 ár síðani, at teir báðir vórðu settir í starv, so er sannleikin, at Ingi og Jón Ellingsgaard í stóran mun virkaðu sum KT-deildin hjá kommununi longu áðrenn tað tíð.
- Frammanundan vóru tit jú okkara KT kervi, tí tit fyrst umvegis Elektron og seinni tykkara egnu KT fyritøku røktaðu tær KT uppgávur, ið kommunan hevði upp gjøgnum 1980 árini og fyrra part av 1990 árunum, segði Annika Olsen.
Í 1993 fekk táverandi býráðsskrivari, Jens Marius Poulsen, í lag at stovna KT-deildina hjá kommununi, soleiðis at KT-serfrøðin alt var tøk í húsinum, sum tey siga. Tveir persónar vóru settir í starv: Ingi og Jón. Tá kallaðist deildin EDB deildin, og seinni fekk hon navnið EDV deildin, áðrenn hon aftur var umdoypt til KT deildin.
- Hølini vóru á næstovastu hædd í á horninum millum Sverrisgøtu og Niels Finsensgøtu, og fekk Káta Hornið soleiðis ein nýggjan týdning: KT hornið, segði Annika Olsen millum annað.
Í 2000 var manningin á KT deildini komin upp á tríggjar persónar, og í dag starvast 12 fólk á KT deildini.










