Tað er í sjálvum sær merkisvert, at fýra brøður spæla á einum fótbóltslandsliði, og enn meiri merkisvert er tað, at allir fýra komu á málskjúttalistan í sama landsdysti.
Men tað var tað, sum hendi, tá landsliðini hjá Tahiti og Samoa spældu landsdyst á Solomonoyggjunum í gjár. Úrslitið var, at Tahiti vann stórsigur við 10 málum ímóti einum. Av teimum 10 málunum hjá Tahiti skutu teir býra brøðurnir tey níggju.
Lorenzo Tehau (myndin) skjeyt fýra mál, og tvíburarbróður hansara, Alvin, skjeyt tvey. Tann elsti bróðurin, Jonathan, skjeyt eisini tvey mál, og Teoanni, sum kom inn fyri bróðurin Alvin, fekk eisini eitt mál.
Úrslitið av landsdystinum er ikki heilt í samsvari við styrkilistan hjá altjóða fótbóltssamgonguni FIFA, tí har er Samoa nr. 156 og Tahiti nummar 179.