Klaksvíkingar hava bíðað eftir aftur at fáa vitjan av Skála. Uppflytararnir hava longu gjørt av við KÍ tvær ferðir í steypakappingini, men KÍ fær ikki, sum tað var lagt upp til í leikskránni, høvið at siga takk fyri seinast. Í staðin fer B36 til Klaksvíkar í morgin. Broytingin hevur við sær, at klaksvíkingar ikki hava dagførda leikskrá hesa ferð:
? Leikskráin er broytt til KÍ tíðindi, so hon hevur ikki bara við dystin at gera, men sjálvandi er tilfar um heimadystin ímóti Skála í blaðnum, sum er liðugt prentað. Arbeiðið varð gjørt, áðrenn vit frættu, at FSF hevði broytt leikskránna, sigur Svend Jacobsen, formaður í KÍ.
Í fjør spældu B36 og KÍ tveir tættar dystir. Annar var steypafinalan á ólavsøku, sum B36 vann 1?0, og hin var landskappingardysturin í Klaksvík. KÍ var leikliga omaná, men B36 vann 2?1, tí teir fingu tvey mál síðstu lítlu løtuna.
Tað hevur ikki roynst so væl hjá finaluliðunum í steypakappingini í fjør. Bæði liðini eru send úr steypakappingini, og serliga hjá KÍ hevur tað hilnast heilt illa. Einasti spælarin, sum nú er skaddur, er verjumaðurin Jan Andreasen, sum stríðist við skaða í fótliðnum.
Sunnudagin spældi KÍ venjingardyst á heimavølli ímóti LÍF. Tað gekk av skriðuni hjá KÍ, tí LÍF vann 2?1, og tað var uppiborið, frætta vit úr Klaksvík.
Fleiri av KÍ spælarunum hava verið plágaðir av skaðum í vár, og kavin hevur argað meiri har norðuri, enn hann hevur gjørt aðra staðni, men nú áttu spælararnir at havt vant og spælt seg í venjing. So fæst at síggja, um nakað verður í pjøkanum, tá KÍ hósdagin í komandi viku fer í Gundadal at spæla ímóti HB.
Kenna seg eitt sindur illa
Hjá B36 er lagið einki serligt ? hvørki so ella so. Teir halda ikki, at tað var heilt rímuligt, at teir skuldu spæla fjórðingsfinalu í steypakappingini mikukvøldið, tá hitt liðið, sum skal í hálvfinaluna, ikki verður funnið, fyrrenn verkfallið verður av. Og teir harmast eisini um, at teir skuldu kenna seg kroystar at fara til Suðuroyar at spæla ímóti VB í bólkaumfarinum, tá tað nú ikki ber til at ferðast hjá hinum.
Hin síðan av søkini er, at B36 hevur mist allan miðvøllin, sum var við til at bera liðið til FM heitið og steypasigurin í fjør. Og so hava teir mist Heðin á Lakjuni ? til KÍ.
Miðvallarspælararnir, sum eru burtur, eru Jan Guttesen, sum er í Danmark, og Pól Thorsteinsson, sum er í NSÍ. Triði maðurin er Klæmint Matras. Hann hevur verið skaddur í fótliðnum í fleiri vikur, og tað gongst illa hjá honum at koma fyri seg aftur. Dino er plágaður av vøddaskaða, og Julian Floresco hevur verið skaddur í fleiri vikur.