Fyrr hækkaðu pensjónirnar av sær sjálvum fýra prosent um árið. Tær vóru »javnaðar«. Men hesa javning hevur løgtingið tikið av. Hetta er ikki eitt projekt hjá sitandi samgongu. Tað var undanfarna samgonga, sum gjørdi av, at pensjónirnar skulu ikki hækka av sær sjálvum, sum hendan samgongan bara hevur tikið undir við.
Men tá samráðingar seinast vóru á almenna arbeiðsmarknaðinum, vóru krøvini hjá Fíggjarmálaráðnum greið: Eingin lønarhækking. Hetta bleiv tó til 220 krónur um mánaðin. Samstundis kom lyftið frá samgonguni um, at pensjónirnar skulu hækka tað sama, sum lønirnar annars. Og tað má so merkja 220 krónur um mánaðin. Tað var eftir ynski frá landsstýrinum, at talan ikki bleiv um eina prosentvísa hækking, men eina hækking í krónum til tey lægst løntu.
Hóast Annika Olsen hevur givið pensjónistunum hetta lyftið, so bendir alt á, at hon gongur frá hesum lyfti nú. Hon sigur, at almennu lønirnar runt roknað eru hækkaðar eitt prosent. Og sambært henni merkir tað, at pensjónirnar skulu hækka 32 krónur um mánaðin, tí tað eru bara viðbøturnar, sum skulu hækka, tí grudupphæddin liggur føst.
Men hetta góðtaka pensjónistarnir sjálvandi ikki. Landsstýrið hevur enntá sagt, at tað bara eru lágu lønirnar, sum skulu hava lønarhækking. Tað merkir, at lønir undir 30.000 um mánaðin skulu hava hesar 220 krónur í lønarhækking um mánaðin, meðan lønir yvir 30.000 einki fáa. Fólkapensjónistar teljast so at siga allir í tann bólkin, sum fær undir 30.000 krónur um mánaðin. Tað merkir í rundum tølum, at um pensjónshækkingin upp á eitt prosent, ella 32 krónur um mánaðin, kostar landskassanum 2,5 milliónir um árið, so kostar hækkingin upp á 220 krónur um mánaðin, so sum landsstýrið hevur lovað, landskassanum einar 18 milliónir krónur – bara fyri fólkapensjónistarnar altso.
Annika Olsen hevur sum uppgávu at spara 53 milliónir krónur á sínum øki. Ætlanin hjá samgonguni og Fólkaflokkinum var at hækka pensjónsaldurin longu næsta ár – og soleiðis spara 33 milliónir krónur. Men hesi ætlan hevur landsstýrið slept.
Spurningurin er so, um Annika Olsen ætlar, at pensjónistarnir sjálvir skulu rinda prísin fyri, at fólk milllum 67 og 68 ár fáa fólkapensjón næsta ár.
Tað er einki nýtt í tí, at pensjónistar eru við sviðusoð. Men tað er ódámligt, tá politiska skipanin beinleiðis lumpar eldra ættarliðið.