Brótið Kommunuskúlan niður og byggi nýggjan skúla

Tað hevði loyst seg nógv best fyri Tórshavnar Kommunu at tikið Kommunuskúlan niður og bygt ein nýggjan skúla.

Tað heldur Páll Poulsen, trygdarumboð í Kommunuskúlanum. Hann segði við Rás2 í morgun, at ein roynd varð gjørd at fáa fund við Arbeiðseftirlitið, Mentamálaráðið og kommununa fyri páskir um ringa standin hjá Kommunuskúlanum, men tað eydnaðist ikki.

Hann leggur afturat, at hóast skúlin er illa fongdur við soppi, fara lærarar og næmingar í skúla aftur sum vant, eftir páskir.

- Men okkurt má gerast og tað skjótt, tí tað er heilt galið við inniluftini.

Hann leggur afturat, at tað er neyðugt at vita, hvussu verður framyvir, tí tey kunnu ikki liva undir hesum umstøðum í longdini.

Hansara fatan er, at tað hevði loyst seg nógv betur fyri kommuna at tikið skúlan niður og bygt nýggjan skúla, tí brekini eru so nógv.

Luftskiftið er vánalig og soppavøksturin trívst tí væl. Haraftrat eru vindeyguni vánalig.

Øll hølini í skúlanum eru ikki soppafomgd, og tí eru næmingarnir, sum ringast tola soppin, fluttir í onnur høli.