Í vesturskotska býnum Larkhall kæra myndugleikarnir seg um, at fólk hava fingið tann óvana at brota tey grønu ferðsluljósini. Herverkini hava einki við ferðsluna ella ferðslulógir at gera. Løgreglan heldur, at tað eru protestantiskir ótangar, sum bróta tey grønu ljósini, tí tey eru grøn, sum er tjóðarliturin hjá tí katólska Írlandi. Tað eru rættiliga nógvir katolikkar har vesturi í Skotlandi.