Verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum er av. Tað er greitt, nú partarnir hava skrivað undir nýggjan sáttmála fyri eini lítlari løtu síðani. Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at samband hevur verið ímillum partarnar í fleiri dagar og úrslitið av tí var, at eitt semingsuppskot varð lagt fyri teir, sum teir hava góðtikið og fyri eini løtu síðani varð sáttmálin skrivaður undir.
Í morgin eru tríggjar vikur, síðani sjúkrarøktarfrøðingarnir fóru í verkfall
Nýggi sáttmálin er fyri tíðarskeiðið frá 1. oktober 2019 til 1. januar 2023.
– Fyri Fíggjarmálaráðið hevði tað sera stóra týdning, at nýggi sáttmálin kundi haldast innan fyri ásetta lønarkarmin á 5,8 prosent. Longdin á sáttmálanum, er trý ár og tríggir mánaðir, vísti seg at vera ein háttur loysa verkfalsstøðuna, sigur Fíggjarmálaráðið
Lønarhækkingarnar í nýggja sáttmalanum eru innan fyri karmin, samstundis sum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur fingu nøkur av sínum krøvum ígjøgnum, sigur Fíggjarmálaráðið.











