Bróstkrabbi, alkohol og stress

Kvinnur sum aftaná skiftisárini drekka alkohol og samstundis nýta homonevnir økja um vandan fyri at fáa bróstkrabba við 80 prosentum í mun til kvinnur sum ikki drekka alkohol og ikki nýta hormonevnir.

Einans 10 gram av alkoholi um dagin, sum svarar til eitt lítið glas av víni, kann vera ov nógv.

Tað er ein kanning í blaðnum "Journal of the Nation Cancer Institute", sum kemur til hetta úrslit. Kanningin byggir á eina svenska bróstkrabbakanning av 51.800 kvinnum. Kanningin varð gjørd í 10 ár, frá 1987 til 1997.

Norski yvirlæknin og krabbameinsgranskarin, Kristina Kjærheim, sigur, at úrslitið av kanningini staðfestir tað, sum vit vita um bróstkrabba og alkohol. Hon sigur, at læknar mugu upplýsa kvinnur um, at alkohol og bróstkrabbi hava samband hvørt við annað.
Hon heldur eisini, at tíðin er komin til at endurskoða fatanina um at eitt glas av víni um dagin er so sunt.

Granskarar vísa eisini á at áhaldandi stress elvir til minkandi østrogenevni, ið kann vera ein risikofaktor fyri bróstkrabba.

Kelda: Tidskrift for den Norske Lægeforening