Tey vóru sum pappír, sigur Maria og tekur í blokkin sum liggur á borðinum. Har var einki eftir, aftaná at eg hevði givið bróst.
Maria er ein vøkur kvinna í 40-unum. Hon eitur í veruleikanum nakað annað, men vil ikki avdúka sítt rætta navn.
Eg hevði onki haft ímóti at verði nevnd við mínum verðuliga navni, men tað er so nógv øvundsjúka í Føroyum, so eg lati heldur verða, sigur hon.
Maria var nøgd við síni bróst, áðrenn hon bleiv mamma. Tá var hon ein C75, og tað var hesa støddina hon vildi hava aftur.
Eg kontaktaði eitt privat sjúkrahús í Danmark og fekk at vita, at tað kostaði 40.000 krónur. Eg fekk tíð har, men hoyrdi so um eitt stað í Ìslandi, sum gjørdi hetta fyri 15.000 krónur, og valdi eg tí heldur tað, sigur Maria.
Skurðviðgerðin tók stutta tíð Maria møtti á sjúkrahúsinum klokkan 13 og var longu heima aftur klokkan 17 seinnapartin.
Áðrenn hon bleiv søvd valdi hon stødd á vevnaðarísetanum 240 milligram. Skurðurin var gjørdur undir bróstinum og ísetin bleiv lagdur omaná bróstvøddan. Ìsetin hjá Mariu er ikki tað siðvanda silikonið uttan kóksalt, íð ikki er vandamikið at fáa í kroppin.
Tað er meira pínufult at leggja ísetan undir bróstvøddan. Eg hevði næstan onga pínu, sigur Maria um sína skurðviðgerð. Hon hevði nóg mikið av húð, so einki strammaði heldur, tá ísetin var komin innum.
Tað píndi meg so nógv at síggja út, sum eg gjørdi, so pínan eg hevði aftaná var væl verd tað, sigur hon.
Nú hevur Maria ta stødd á bróstunum, íð hon vil hava. Og er stolt av at kunna bera strammar og úrringaðar blusir. Einastu ferð hon merkir, at bróstini eru kunstig, er tá tað er rættuliga kalt úti. Tá følast tey kaldari enn áður.
Eftirsum hon hevur verið nógso opin um sína skurðviðgerð, eru tað nógvar kvinnur, sum eru komnar til hana at spyrja um ráð. Hon er sannførd um, at tað eru nógv fleiri kvinnur í Føroyum, sum hava gjørt hetta, enn vit halda.
Ætlar tú tær at gera nakra aðra vakurleikaskurðviðgerð?
Nei, men um tað er nakað, ið eg havi brúk fyri at gera í framtíðini, hevði eg ikki ivast eina løtu, sigur Maria.
Størri bróst
Tveir ymiskir bólkar av kvinnum gera hesa skurð-viðgerð. Tær sum eru umleið 20-25 ára gamlar og hava øguliga lítil bróst. Og tær sum eru um 35-40 ár, og hava mist tey bróst tær einaferð høvdu áðrenn tær fingu børn.
Ísetin, íð verður lagdur inn, er vanliga millum 250-350 millilitur. 350 millilitur er samsvarandi eini C ella D skál. Ísetar, sum eru 400 millilitur ella størri, kunnu við tíðini gerast tungir og søkka.
Ymisk sløg av ísetum eru flótandi silikon var tað, ið ofta varð nýtt fyrr í tíðini, men verður hetta ikki so nógv nýtt nú. Kókisalt, sum faktist bara er vatn við salti í, er nógso vanligt, og fast silikon er eisini nógv brúkt. Við føstum silikonið lekur onki út, um ísetin skrædnar, uttan at bróstið varðveitur sín form
Umleið 85 prosent av øllum ísetum verða nú lagd undir stóra bróstvøddan.
Kelda: Plastikkirurgicentrum