Í søguligum høpi mann Nólsoy vera mest kend fyri skotsku prinsessuna, sum fyri mongum árum síðani skuldi vera flýdd til Nólsoyar at búgva, tí henni líktist ikki á tvangsgiftuna, sum faðir hennara hevði skipað fyri.
Hon rýmdi undan giftuni og búsettist í Nólsoy, har hon føddi ein son. Pápin fekk frænir av, hvar hon var, og leitaði hana upp, men tá hann sá unga dreingin, blotnaði hjartað, og dótturin fekk loyvi at liva.
Toftirnar finnast enn. Korndalur eitur staðurin, har bygdin upprunaliga lá, og til ber at síggja hesar toftir tann dag í dag. Tíverri hava nólsoyingar verið so ósketnir, at teir hava bygt ein veg mitt gjøgnum toftirnar í Korndali, so óivað er nakað væl farist av tí, sum átti at verið har.
Men tað finnast mong onnur fornminni í oynni, og hesi gerast nú ódeyðilig. Nólsoyar Fornminnisfelag hevur latið bók úr hondum, sum Steffen Stummann Hansen hevur skrivað. Í bókini verður nomið við tað mesta av fornaldarligum leivdum, og umframt Korndal og búsetingarnar har, eru fleiri aðrar søguligar hendingar og lutir, sum eisini fáa sína umrøðu.
Sjórænarar
Mest spennandi søgurnar snúgva seg sum vera mann um franskar sjórænarar, fransarnar. Eina søgan snýr seg um einaferð, tá fransarnir herjaðu í bygdini. Ein kona var einsamøll heima í Gortrastovu, sum húsini enn eita.
Ein fransi var komin á gátt og varnaðist eina kistu. Hann í hana at grópa eina lutin fyri og annan eftir upp úr kistuni, men tá hann kom til eitt gullbikar gjørdist tað konuni ov mikið. Hon smekkaði lokið yvir høvdið á fransanum so hann svímaði, tók gullbikarið og helt á dyr.
Tíverri fyri hana hevði hon eitt nua av garni uppi á sær, og tað misti hon, uttan at hon varnaðist tað. Tað var tí lætt hjá fransanum at leita seg eftir garninum fram til, har konan hevði goymt seg. Komin fram á hana tók hann eina ógvusliga hevnd og skar bæði bróstini av henni.
Tá skiparin á sjórænaraskipinum frætti um hesa hendingina, lat hann seka fransan binda til mastrina og píska í hel. Síðani varð hann tveittur fyri borð. Nólsoyingar funnu hann riknan upp á land dagin eftir, nakað sunnanvert bygdina.
Teir jarðaðu hann, ikki í kristnari jørð, men nakað sunnan fyri bygdina. Ein stórur steinur varð lagdur oman á grøvina, og tann steinurin liggur har enn í dag. Hann verður somuleiðis enn í dag kallaður Fransasteinur.
Skiparin var so harmur um hendingina, at hann lat krukku við smyrsli føra í land at grøða vanlukkuligu konuna, men henni barst kortini ikki boð í bý.
Krukkan endaði umvegis danska antikvarin, Daniel Bruun, á Nationalmuseet í Keypmannahavn í 1896, men var millum lutirnar, sum vórðu lætnir Føroya Fornminnissavni í 2003. Hon sæst nú millum lutirnar har.
Klæmintsbyrsa
Ein onnur søga og ein annar lutur, sum heilt ítøkiligt er til skjals í dag, er sonevnda Klæmintsbyrsan.
Søgan er, aðrari ránsherjan vóru nólsoyingar flýddir niðan í Skip, sum er nakað oman fyri bygdina har, sum oyggin gerst brøtt upp sunnanfyri. Miðskeiðis í brattlendinum er gott goymistað, sum ikki sæst niðanífrá.
Eini fransin var komin nakað væl suður móti brattinum, har hann settist at pilka lús. Hann læt seg úr klæðunum og sat og pilkaði, tá nólsoyingar byrjaðu at rulla steinar oman móti honum. Franski sjórænarin gjørdist so skakkur, at hann tók til beins oman at skipinum aftur.
Ein av nólsoyingunum bar skjótt at, rann oman á slættan, har fransin hevði sitið, og tók bæði klæðir og byrsuna, sum flýggjandi fransin hevði latið ligið eftir.
Byrsan er til enn og verður nevnd Klæmintsbyrsa eftir nólsoyinginum, sum skal hava fingið hendur á hana.
Tað var ikki óvanligt, at skúlabørn gingu inn í Búð at síggja byrsuna, og teir tríggir gomlu dreingirnir, ið har búðu, vóru beinasamir og vístu byrsuna fram.
Nomið verður sjálvandi við onnur fornminni í oynni, eitt nú Flaggstongina, sum er elsti vitin í Føroyum, og Ærisportrið, sum er gjørt av kempunum á einum bláhvali, og sum stendur sum eitt heiðursportur niðri við keiina.
Bókin er skrivað á donskum máli og er serliga ætlað ferðafólki, men sjálvandi eisini nólsoyingum og fólki, sum eru áhugað í fornminnum.
Heitið á bókini er »På vandring i Nólsoys fortid«, hon er 103 blaðsíður og kostar 300 krónur. Bókin kemur út í dag og fæst í bókabúðunum í Havn ella við at skriva til nolsoy@gmail.com