Brússel-offur doyði bent eftir lívstekin

Ein breti í Brússel sendi eini sms-boð til familjuna um, at alt var í lagi, beint áðrenn hann tók metroina inn í býin

Ein breti í Brússel sendi eini sms-boð til familjuna um, at alt var í lagi, beint áðrenn hann tók metroina inn í býin.

 

Skakandi søgur um tey 31 fólkini, sum doyði í yvirgangsatsóknunum í Brússel, koma í kjalarvørrinum av ræðuleikunum, so hvørt sum belgisku myndugleikarnir fáa váttað samleikan hjá teimum deyðu.

 

51 ára gamli bretski telduforritarin, David Dixon, sum í fleiri ár hevur búð og arbeitt í Brússel, hevði í fyrstu syftu ikki hoyrt um bumbuálopið á flogvøllinum, fyrr enn mostir hansara sendi honum eini sms-boð og spurdi, um hann var tryggur.

 

Hann svaraði váttandi at hann var á veg ímóti metroini, sum hann hvønn dag nýtti til at koma til abreiðis.

 

Dixon gjørdist tískil ein av teimum umleið 20 ofrunum, sum doyðu í sjálvmorðsálopinum á metroini Maalbeek. Álopið varð framt umleið ein tíma eftir tvífalda bumbuálopið á flogvøllinum.

 

Fríggjadagin vóru eisini eini hollendsk systkin, sum vóru á veg til New York, endaliga staðfest deyð. Alexander og Sascha Pinczowski høvdu staðið í kø við diskin hjá Delta Airlines, tá onnur bumban brast.

 

Systkini tosaðu í telefon við mammuna, tá bumban brast, og sambandið varð kvett.

 

Alexander Pinczowski skuldi til New York at vitja unnustu sína, Cameron Cain.

 

Tað er pápi hennara, James Cain (sum er fyrrverandi amerikanskur sendiharri í Danmark), sum í eini samrøðu við New York Times váttar, at familjan endaliga fekk boðini um, at systkini doyðu í yvirgangsatsóknini, skrivar amerikanska blaðið.