Brønshøj: Pápin ákærdur fyri morð

Ein mamma og trý børn eru dripin

Løgreglan í Keypmannahavn sigur nú, at tað er ein mamma og trý børn, sum eru myrd í íbúðini á Kobbelvænget í Brønshøj í morgun. 

 

 

Løgreglan í Keypmannahavn sigur eisini, at pápi at børnunum er handtikin, og skal til grundlógarhoyringar í rættinum á Fredriksberg í kvøld kl. 21, tað skrivar ekstrablaðið. 

 

 

Les Fleiri funnin dripin í íbúð í Keypmannahavn