Brønshøj leggur trýst á Amager

Støðan í toppinum í 2. deild eystur:

 

1. FC Roskilde 58 stig

2. Fr. Amager 54 stig

3. Brøndby 2 52 stig

4. Brønshøj 51 stig

 

Brønshøj spældi á útivølli ímóti B93 í dag, og vann Brønshøj 3-1, eftir at B93 hevði verið á odda 1-0 í hálvleikinum. Brønshøj javnaði ikki fyrr enn 70 minuttir vóru spældir. Síðstu løtuna skoraðu teir 2 mál aftrat. Amager tekur ímóti botnliðnum, Glostrup í morgin á heimavølli, og tá kann Amager aftur økja munin til 6 stig. Roskilde spælir á útivølli ímóti Greve í morgin.