Tað slepst ikki undan, Bústaðir hava sett síni fingramerki á føroyska bústaðarmarknaðin hesi seinastu árini.
Síðani bústaðir fóru undir at byggja íbúðir, hava tey higartil útvegað 145 íbúðir til leigu og í ár verða væntandi 95 íbúðir til taks afturat.
Av hesum eru 20 vardir bústaðir og 37 íbúðir til lesandi. Men harumframt er ætlanin at Bústaðir skulu yvirtaka 52 lestrarkømur frá sjálvognarstovnum í ár.
Eftir ætlan verða 90 íbúðir afturat tøkar í 2018 og tá hava Bústaðir tilsamans 382 íbúðir til leigu.
Men so hava Bústaðir heldur ikki meiri pengar at byggja fleiri íbúðir fyri, og sostatt verður neyðugt at fáa meiri fígging.
Tískil fer Kristina Háfoss nú at leggja uppskot fyri Løgtingið um at geva Bústøðum heimild til at taka lán. Í hesum sambandinum upplýsir hon, at Bústaðir metir, at bráðneyðugur tørvur er á 800-1000 íbúðum, tá ið lestraríbúðir, vardar íbúðir og eldravinarligar íbúðir eru taldar upp í.
Les eisini: Nú kunnu tey seta ferð á aftur at byggja íbúðir
Hetta svarar til ein íløgutørv upp á 400 – 600 milliónir krónur afturat teimum íløgum, sum longu eru gjørdar.
– Bústaðir hava ikki hevur nakað serstakt ynski um at fremja allar íløgurnar, ella at eiga allar íbúðirnar, men Bústaðir bjóðar seg at verða við til at loysa tørvin, at skipa fyri og at umsita tær, sigur Kristina Háfoss.